Sunnudagin fylti H.K.T. Christian prinsur 18 ár. Í hesum sambandi hava løgmaður og løgtingsforkvinnan sent honum føðingardagsheilsan vegna Føroyar.
Føðingardagsheilsanin til Christian prins innibar eisini eina serstaka føðingardagsgávu. Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian prinsur fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna, umframt at síggja Christiansstovu, sum er eitt lítið hús á Stakkinum. Húsið fekk navnið Christiansstova, til heiðurs fyri Christian prinsi, tá ið krúnprinsahjúnini vitjaðu Stakkin í 2018.
Túrurin út í Stakkin verður skipaður saman við kongshúsinum, tá ið umstøðurnar loyva tí, skrivar løgmansskrivstovan.
Christian prinsur, tá hann vitjaði í Føroyum í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
Frá stóra galladøgurðanum á Christiansborg í gjárkvøldið. Føroyski tónleikarin, Andrias Blaasvær sæst niðjast til vinstru á myndini, til háborðs saman við m.o. Margretu drotning, Christian prinsi, og norsku Ingrid Alexandra prinsessu (Mynd: EPA)
Tá krúnprinsafamiljan vitjaði í Føroyum í 2018 var Fredrik krúnprinsur ein túr í Stakkinum, har hann fekk høvi at avdúka navnið á smáttuni harúti. Nú fær elsti sonur hansara høvi at uppliva Christiansstovu eisini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald