Royndur granskari og undirvísari fer at standa á odda fyri Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya frá 1. oktober.
Talan er um Claus Leth Bak, professara í orkuverkfrøði á Aalborg Universiteti síðani 2016, har hann m.a. eisini hevur stýrt ph.d.-útbúgvingini í 12 ár.
Claus Leth Bak hevur verið í Føroyum nógvar ferðir og sigur, at nýggja starvið á Setrinum og at flyta til Føroya við familjuni er ein dreymur, sum gongur út.
Vit kenna eisini Claus Leth Bak sum vegleiðara hjá m.a. Helmu Mariu Tróndheim, sum fyri góðum ári síðani stóð sína vinnu-ph.d. í samstarvi millum Setrið og SEV.
Claus Leth Bak, sum eisini er settur sum professari á NVD, tekur við dekanstarvinum 1. oktober.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald