2018-09-20 19:02
Javnan hoyra vit í heimspressuni um einastu michelin matstovuna í Føroyum, og nú er tað CNN, sum hevur eitt innslag um Koks, sum í løtuni liggur við Gjónna.
Undir yvirskriftini “The most remote fine dining experience in the world” hoyra vit í innslagnum um Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks greiða frá matstovuni.
- Vit ynskja at flyta fólk onkursvegna, men tað týdningarmesta er at gera leskiligan mat, sigur Poul Andrias Ziska í innslagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald