Í gjár varð freistin hjá Bretlandi at fara úr evropeiska samveldinum longd. ES samtykti, at 31. januar er nýggja Brexit-dagfestingin
Les meira: Brexit útsett fyri triðju ferð
Boris Johnson og bretska stjórnin ynskja nýval, men hetta varð í gjárkvøldið, fyri triðju ferð, atkvøtt ímóti í Undirhúsinum.
Les meira: Uppskot um nýval fall
Nú tykist tað tó væl meira sannlíkt, at eitt nýval í Bretlandi verður veruleiki. Størsti andstøðuflokkurin tekur nú eisini undir við nývali. Hetta váttar Jermy Corbyn, formaður í Labour fyrrapartin. Orsøkin er, at eftir útsetingina tykist Brexit uttan eina avtalu ikki sum ein møguleiki:
- Eg havi allatíðina sagt, at vit eru til reiðar til eitt val, og at okkara stuðul til tað er tengdur at, at eitt Brexit uttan eina avtalu við ES verður tikið av borðinum.
Hetta sigur Corbyn við bretskar miðlar í dag, har hann nýtir stóra orð um ein møguligan komandi valdyst:
- Vit fara nú at sjóseta tað mest framsøkna og umfatandi átakið fyri veruligari broyting, ið okkara land nakrantíð hevur sæð.
Boris Johnson ynskir eitt nýval 12. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald