Mentan

Country-gospelkonsert við Eyðun Jacobsen og bólki 24. februar

Á konsertini leygarkvøldið 24. februar í Elim í Søldarfirð vera Magna Christiansen og Terje B. Vestergaard eisini at hoyra

Tónleikurin hjá klaksvíkinginum er country gospel, og Eyðun gongur høgt upp í at tann kristni boðskapurin kemur greitt fram í tekstunum

Tónleikurin hjá klaksvíkinginum er country gospel, og Eyðun gongur høgt upp í at tann kristni boðskapurin kemur greitt fram í tekstunum

2024-02-15 16:45 Author image
Innsent
placeholder

Leygarkvøldið 24. februar kl. 19.30 verður ein country-gospel konsert í Elim í Søldarfirði við Eyðuni Jacobsen og bólki.

Eyðun Jacobsen hevur fingist við tónleik síðan hann var smádrongur. Umframt at vera solistur, hevur hann verið við í fleiri bólkum og er eisini komin við fleiri útgávum gjøgnum árini. 

Tónleikurin er country gospel, og Eyðun gongur høgt upp í at tann kristni boðskapurin kemur greitt fram í tekstunum. 

Eyðun er aktivur í kristna tónleikaheiminum í Føroyum: tónleikari, fyriskipari av tiltøkum sum t.d. Gospeltúrarnir við Norrønu og Sangur Yvir Landamørk, samskipari av upptøkum í m.a. USA. Klaksvíkingurin hevur seinastu árini eisini verið nakrar ferðir í Noregi og sungið. 

Áhugin fyri country tónleiki birtist í ungum árum, sjálvt um hann eisini hevur í eina tíð var meira í rokkinum. Nú er hann so reindyrkaður country-gospel sangari.

Í bólkinum sum spælir undir hjá Eyðuni Jacobsen eru: Gotfred Joensen, klaver, Terje B. Vestergaard keyboard, Petur Hermansen steel guittar, Filip Rajani Hansen bass, Petur Bærentsen el guittar,  Jón Eli Jacobsen trummur, Birgin N, Hansen kór, Kristina N. Hansen kór og Heidi N. Andersen kór.

Á konsertini 24. februar vera røddirnar hjá Magna Christiansen og Terje B. Vestergaard eisini at hoyra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder