Uttanlands

COVID-19 fær Trump at lýsa neyðrættarstøðu í USA

Krepputilbúgvingin í landinum fær nú 50 mia. dollarar afturat, og ferðafólk úr 26 evropeiskum londum sleppa næstu vikurnar ikki til USA

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-03-14 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coronaútbrotið hevur nú fingið amerikanska forsetan, Donald Trump, at lýsa neyðrættarstøðu í USA.

Sostatt kann amerikanska krepputilbúgvingin fáa ta neyðugu fíggingina og á tann hátt hjálpa myndugleikum í ymsu statunum. Talan er um 50 mia. dollarar (337 mia. krónur), sum nú verða tøkir til endamálið, sigur Trump sambært DR.

Í skrivandi stund hava 2.329 fólk í USA fingið staðfest COVID-19, og 50 hava latið lív.

Hósdagin boðaði Trump frá, at ferðandi úr 26 evropeiskum londum ikki sleppa til USA komandi fýra vikurnar orsakað av coronasmittuni. Sambært Trump hevur Evropa ikki gjørt nóg mikið fyri at avbyrgja smittuna, og er tað orsakað av evropeiskum ferðafólkum, at smittan nú er komin til USA.

Noktar at lata seg kanna

Seinasta vikuskifti át Trump døgurða við m.ø. brasilska forsetanum Jair Bolsonaro og tíðindatalsfólk hansara, Fabio Wajngarten. Síðani er váttað, at Fabio Wajngarten hevur fingið staðfest COVID-19, men higartil hevur Trump ongar ætlanir um at lata seg kanna ella at fara í sjálvboðið sóttarhald.

Stephania Grisham, tíðindatalsfólk í Hvítu Húsunum sigur, at Trump næstan einki samband hevði við Wajngarten.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder