Innanlands

Dagførd ferðaætlan á Hest- og Sandoyarleiðini

Broytt ferðaætlan á leið 60 og 61 kemur í gildi hósdagin 29. juni og er galdandi til og við sunnudagin 20. august 2023

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-28 17:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Strandferðslan ger, frá í morgin fyribils dagføringar á ferðaætlanunum á Hest- og Sandoyarleiðini.

Leið 60: Sandoyarleiðin

Á Sandoyarleiðini verður ein farmatúrur settur inn av Gomlurætt kl. 14:40 og úr Skopun kl. 15:10 afturat verandi níggju dupulttúrum gerandisdagar.

Á hesum túrum hevur farmur og last- og vørubilar framíhjárætt, tó at avmarkað pláss er fyri persónbilum undir 1,90 metra hædd.

Túrarnir av Gomlurætt og úr Skopun frá kl. 15:50 til 21:20 eru fluttir til 10 minuttir seinni:
Gamlarætt – Skopun 15:50 à16:00
Skopun – Gamlarætt 16:35 à 16:45
Gamlarætt – Skopun 17:20 à17:30
Skopun – Gamlarætt 18:35 à 18:45
Gamlarætt – Skopun 20:00 à20:10
Skopun – Gamlarætt 20:40 à 20:50
Gamlarætt – Skopun 21:20 à21:30

Akfør hægri enn 2,50 metrar verða bert tikin við av Gomlurætt, um pláss er, á hesum túrum:
- 16:00 Mánadag – fríggjadag (víst verður til túrin kl. 14:40 av Gomlurætt)
- 20.00 Fríggjadag

Tó sleppa hesi akfør nú við av Gomlurætt kl. 17:30 (áður 17:20)

Akfør hægri enn 2,50 metrer verða eins og frammanundan ikki tikin við úr Skopun uttan at pláss er, á hesum túrum:
- Sunnu- og leygardagar kl. 14:00
- Sunnu- og leygardagar 16:35

Leið 61: Hestleiðin

Ferðaætlanin fyri Hestleiðina er eisini dagførd, og her koma fleiri túrar inn á leiðina. Serliga er tað Erla Kongsdóttir, ið tekur hesar túrar.

Nú verða til dømis morguntúrar kl 7:30 úr Hesti allar gerandisdagar og tríggir dupulttúrar við Erlu Kongsdóttir seinnapart.

Teistin siglir framvegis morguntúrarnar út í Hest mánadag til fríggjadag, tó at seinnapartstúrurin tríggir dagar um vikuna og kvøldartúrarnir eru avloystir av túrum hjá Erlu Kongsdóttir. Tó er tilkalling úr Hesti inn á Gomlurætt, á túrinum hjá Teistanum úr Skopun 18:45, tríggir dagar um vikuna.

Túrarnir hjá Teistanum út í Hest í vikuskiftinum eru óbroyttir.

Økta túratalið á Hestleiðini er ein roynd at økja um útboðið av túrum, umframt at finna út av ferðamynstrinum hesa árstíðina. Talan er eisini um eina roynd av støðuni, ið verður, tá ið Teistin heilt gevst at sigla, og tunnilin letur upp.

Erla Kongsdóttir kann ikki í løtuni flyta akfør um Hestfjørð, orsakað av manglandi tillagingum á rampunum í Hesti og á Gomlurætt.

Strandferðslan er kunnað um ynski hjá Hestfólki, at fáa ein seinan kvøldartúr til og úr Hesti, men hetta letur seg ikki gera, undir verandi umstøðum.

Broytingarnar eru galdandi frá 29. juni til 20. august, tá ið Erla Kongsdóttir skal á Kalsoyarleiðina at avloysa Sam, sum skal á beding. Haðani fer Erla á Nólsoyarleiðina at avloysa Ternuna, ið eisini skal á beding.

Tíðindaskriv frá Strandfaraskipum Landsins

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder