Innanlands

Dagføringin í Tofta skúla heldur fram

Í næstum fer KBH undir arbeiðið við hølini til alis- og evnafrøði

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði  arbeiðstakarasáttmálan vegna KBH

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði arbeiðstakarasáttmálan vegna KBH

2023-09-26 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla. Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur og nýggj tónleikahøli eru gjørd.

Í summar bað kommunan um tilboð frá fleiri veitarum at endurnýggja og umbyggja hølini til alis- og evnafrøði.

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH. Arbeiðið byrjar í næstum.

Í gjár varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði vegna KBH.

Teknistovan í Gøtu hevur projekterað og fer at hava eftirlitið vegna Nes kommunu.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder