Innanlands

Daggjald fyri tey sum nýta ansingarskipanina

Klaksvíkar kommuna letur dagstovnarnar upp í komandi viku. Boðast skal frá ansingartørv í seinasta lagi á middegi í morgin

Barnahúsið Margit í Klaksvík. Tey sum hava barn á stovni komandi tíðina skulu rinda - hini skulu ikki (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Barnahúsið Margit í Klaksvík. Tey sum hava barn á stovni komandi tíðina skulu rinda - hini skulu ikki (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-04-22 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani miðskeiðis í mars hevur Klaksvíkar kommuna havt neyðansing á dagstovununum.

Kommunan valdi at ikki lata dagstovnarnar upp 20. apríl, eins og myndugleikarnir mæltu til fyri páskir, og eins og allar aðrar kommunu gjørdu. Mett varð, at tað var ov tíðliga.

Les meira: Dagstovnarnir í Klaksvík lata ikki upp

Mánadagin 27. apríl verður so latið upp, og opið verður sum vanligt. Sami leistur sum til neyðansingarskipanina verður nýttur, í mun til at foreldur verða heitt á at boða frá, um ansingartørvur er fyri hvørt einstakt barn.

Tað er fyri at kenna rætta tørvin á dagstovnaøkinum fyri viku 18, 27. apríl - 1. mai, og so at arbeiðið á dagstovnaøkinum kann verða lagt til rættis eftir almennu tilmælunum, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. apríl kl. 12.00. 

Klaksvíkar kommuna skrivar, at tilmeldingin er bindandi. Hetta merkir, at goldið verður fyri teir dagar, ið barnið er tilmeldað.

Kommunan boðar frá, at støða er tikin um, at nakrar vikur framyvir verður eitt daggjald tikið fyri tey, sum melda til ansingarskipanina. Tað vil siga, at bert tey, ið hava barn ella børn á dagstovni skulu rinda. Tí er neyðugt, at øll, sum ætlað at gera brúk av tilboðnum, melda til.

Klaksvíkar kommuna gjørdi tíðliga í koronatilgongdini greitt, at einki dagstovnagjald verður kravt, so leingi sum dagstovnatilboðið ikki verður nýtt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder