Seinastu tíðina hevur tilmeldingarskipan verið galdandi á dagstovnaøkinum í Sunda kommunu; eins og tað hevur verið í øðrum kommum kring landið.
Frá í næstu viku av verður hetta ikki galdandi. Foreldur at børnum á dagstovnum frá og við komandi viku skulu ikki melda børnini til. Øll børn sleppa á dagstovn um tørvur er á tí.
Harvið lata dagstovnarnir í Sunda kommunu upp sum vanligt frá mánadagnum 18. mai. Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur.
Les eisini: Dagstovnrnir í Klaksvik lata upp uttan tilmeldingarskipan í komandi viku
Vísandi til almennu tilráðingarnar, sum framvegis eru galdandi, fara dagstovnarnir tó framvegis innanhýsis at varðveita verandi mannagongdir viðvíkjandi reinføri, frástøðu og atskiljing millum stovurnar á hvørjum dagstovni, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.
Hevur barnið sjúkueyðkenni skal tað verða heima.
Ein nærri vegleiðing hesum viðvíkjandi er á veg frá Kommunufelagnum, sum hevur orðað hesar í samráð við korona-ráðgevingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald