Innanlands

Dagstovnar í Vága kommunu stongdir til 17. august – Bráðfeingis ansingartilboð stovnað

Fyri at tryggja, at foreldur, sum starvast í kritiskum funktiónum í t.d. heilsuverkinum, almannaverkinum ella við undirstøðukervinum, kunnu sleppa til arbeiðis, hevur leiðslan í Vága kommunu avgjørt at stovna eitt bráfeingis ansingartilboð, sum fer at halda til í Miðgarði í Miðvági

Miðgarður í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

Miðgarður í Miðvági (Mynd: Vága kommuna)

2020-08-08 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrið hevur fráboðað at tiltøk eru og verða sett í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu í Føroyum, og minna á tilmælini um frástøðu og reinføri. Stovnar undir almannaverkinum, ellis- og røktarheim, og sjúkrahúsini hava avmarkað vitjunarmøguleikarnar. Somuleiðis hevur landsstýrið gjørt av at skúlagongdin á hægru lærustovnunum, ið skuldu byrja aftur í næstu viku, fyribils er útsett til mánadagin 17. august, umframt at hjálparpakkar fyri at tryggja lønmóttakararnar verða settir í verk.

Í hesum sambandi hevur Vága kommuna gjørt av, at dagstovnarnir og frítíðarskúlin í Vága kommunu verða stongdir frá mánadegnum 10.08.2020, fyribils í eina viku og eftir ætlan fyrst lata upp aftur mánadagin 17. august.

Fyri at tryggja, at foreldur, sum starvast í kritiskum funktiónum í t.d. heilsuverkinum, almannaverkinum ella við undirstøðukervinum, kunnu sleppa til arbeiðis, hevur leiðslan í Vága kommunu avgjørt at stovna eitt bráfeingis ansingartilboð, sum fer at halda til í Miðgarði í Miðvági. Bráfeingis ansingartilboðið er bert til tey foreldur, sum ikki hava aðrar møguleikar at finna ansing til síni børn, og sum hoyra til bólkin, sum lýstur er omanfyri.

Foreldur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri at kunna brúka bráfeingis ansingartilboðið, skulu, skjótast gjørligt og áðrenn kl 12:00 mánadagin 10.08.2020, boðað Vága kommunu frá á [email protected] og grundgeva fyri tørvinum á bráfeingis ansing.

Støðan broytist skjótt og tí er tað av stórum týdningi at vit øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Kommunan heitir á borgarar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Vága kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder