Í allarflestu kommununum kring landið eru dagstovnar og frítíðarskúlar afturlatnir hesa vikuni, orskaða av nýggja koronaútbrotinum ið gjørdi greitt í farnu viku.
Í summun kommunum er neyðansing. Soleiðis hevur verið í Tórshavnar kommunu, men í komandi viku verður latið varisliga uppaftur. Kommunan hevur í hesum sambandi skipað fyri kanningum av starvsfólkunum til tess at geva størst møguliga trygd fyri, at starvsfólkini ikki hava koronasmittu, nú stovnarnir lata uppaftur.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna, ið nú fyrireikar eina skipan, har starvsfólk á dagstovnaøkinum regluliga kunnu lata seg kanna komandi tíðina.
Í Eysturkommunu lata Brúsi, Gjái og frítíðarheimið upp aftur.
Vága kommuna letur dagstovnarnar stigvíst upp, men krevur, eins og Sunda kommuna, at foreldur melda børn síni til, so at tørvurin er greiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald