Innanlands

Dagstovnar lata upp sum vanligt mánadagin

Frá 24. august er ikki longur neyðugt við tilmelding í Klaksvíkar og Vágs kommunu

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2020-08-22 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Klaksvíkar kommunu hevur serlig tilmeldingarskipan á dagstovnaøkinum verið galdandi síðan 10. august, og í Vágs kommunu síðan 17. august, men nú boða báðar kommunurnar frá, at teirra dagstovnar lata upp sum vanligt mánadagin 24. august.

Í Klaksvíkar kommunu sleppa foreldur tó enn ikki inn á stovnin. Tey skulu framvegis avlevera og heinta børn síni á teimum støðum, sum avtalað er við dagstovnin seinastu tíðina.

Á dagstovnunum í Vágs kommunu eru eisini serligar reglur galdandi fyri hvønn einstakan stovn. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder