Innanlands

Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata aftur

Tríggir stovnar eru raktir av koronasmittuni – Neyðansing verður skipað frá 11. august, men tó verður heitt á foreldur um at hava børnini heima ella í nærumhvørvinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-07 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august, skrivar Tórshavnar kommuna, eftir at tríggir dagstovnar í kommununi eru raktir av koronasmittuni.

Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra vanliga stovni.

Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið, almannaverkið og tilbúgving.
Til ber at melda til á [email protected], har upplýst navn og føðingardag hjá á barni, navn á dagstovni, ið barnið er á, og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.

Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing.

Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku, verða kannaði.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom í útvarpstíðindunum við eina áheitan til foreldur, ið hava børn á dagstovni í kommununi um at finna onkran í nærumhvørvinum at hjálpa sær at ansa børnunum, um tað ikki ber til hjá teimum at hava tey heima

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder