Í gjár var lítið hátíðarhald í Dagsstovninum í Hoyvík í sambandi við, at stovnurin er 40 ár og at tvey starvsfólk høvdu starvsdagar.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, helt stutta røðu og nevndi, at 40 ár er rættiliga long tíð og umfatar eini tvey ættarliðsskifti, t.v.s., at mong av teimum, sum høvdu sína dagligu gongd í dagstovninum sum lítil børn, í dag bæði eru foreldur og eisini ommur og abbar. Yvir fjøruti ár tosa vit um túsundtals fólk.
- Eg skilji eisini, at nøkur hanga við, sum vóru her í 80’unum, og tað kann bara benda á, at her hevur verið góður trivnaður. Stovnurin var eins og fleiri aðrir sjálvsognarstovnur fram til fyrst í øldini. Og um hann onkuntíð hevur sæð eitt sindur viðtikin út, so hevur dygdin á arbeiðnum altíð verið tann besta, segði borgarstjórin millum annað.
Samstundis vórðu tvey av starvsfólkunum á stovninum, Beinta Leivsdóttir Andrésen og Valborg við Sandá heiðrað fyri drúgva tænastu í barnaansingini hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald