Innanlands

Dagstovnurin Baldursbrá skal útbyggjast

Sáttmáli er gjørdur við Norðhús um at útbyggja Baldursbrá, og barnagarðurin væntast liðugur á sumri 2026

Tørvur er bæði á fleiri og meira nútímans karmum. Somuleiðis er hetta ein liður í at veita ansingartrygd, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini Børn&Ung

Tørvur er bæði á fleiri og meira nútímans karmum. Somuleiðis er hetta ein liður í at veita ansingartrygd, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini Børn&Ung

2025-10-12 19:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í farnu viku skrivaði Klaksvíkar kommuna undir sáttmála við Norðhús, sum hevur fingið uppgávuna at útbyggja dagstovnin Baldursbrá, sum fevnir um bæði barnagarðs- og vøggustovupláss.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini Børn&Ung, sigur, at í rúma tíð hevur verið umrøtt at fara undir at útbyggja dagstovnin Baldursbrá, tí tørvur er bæði á fleiri og meira nútímans karmum. Somuleiðis er hetta ein liður í at veita ansingartrygd.

- Baldursbrá er fyrra byggistig, har útiøkið tó longu nú í stóran mun er gjørt til bæði byggistigini, og ætlanin er, at Baldursbrá og útbyggingin skulu hava somu leiðslu. Tí verður mett, at útbygging av Baldursbrá er tað mest nátúrliga næsta byggistigið á dagstovnaøkinum.

Verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir og byrjað verður beinavegin við projektering og at gera økið klárt. Barnagarðurin væntast liðugur á sumri 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder