Innanlands

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus handaður

Arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl, og byggitíðin man vera nýtt met, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-09-16 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var samkoma í sambandi við, at Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus varð handaður Tórshavnar kommunu.

Arbeiðið hevur gingið heilt ómetaliga væl, og byggitíðin man vera nýtt met, hóast mong ikki trúðu tað lat seg gera, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

– Tað sum fá trúðu lat seg gera, er nú avgreitt uppá seks mánaðar, sum má vera met í at byggja ein tílíkan bygning, segði hann.

Dagstovnin lá upprunaliga við Landavegin men broytti adressu til Hans Andriasargøtu 5, og fekk nýtt navn.

Tørvur var á eini útbygging og býráðið tók av fleiri orsøkum avgerð um at biða Articon taka sær av hesum arbeiðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tá reisigildi var í juni segði borgarstjórin, at talan var um eina sólskinssøgu. Arbeiðið hevði gingið sera væl og tíðarætlanin helt. Arbeiðið skuldi alt verða avhent kommununi tann 15. september, og tað helt.

- Avtala bleiv gjørd um fastan prís, tíðarætlan og innflytan. Alt hevur hildið, sáttmálin varð undirskrivaður 28. februar í ár og stovnurin leveraður í dag tann 15. september. Stovnurin er handaður kommununi uppá klokkuslettið uttan manglar og øll loyvi fyriliggja til rakstur, segði Heðin Mortensen.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder