![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í vár flutti Dagtilhaldið í nýggj hølir á Stoyksoyravegi 39, men vegna covid-19 hevur ikki verið møguligt at skipa fyri almennari móttøku, sum annars var ætlanin. Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni, nýtti Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, høvið til at vitja Dagtilhaldið og markera løtuna við lagkøku.
Aftaná ein langan steðg, orsaka av tilmælunum í samband við koronusmittuna, vóru nógvir eldri borgarar í gjár komnir til hugnaløtu í Dagtilhaldinum Sóljan, sum er dagtilhald fyri allar heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.
Kaffi, køkur, røður og sangur frá Unn og Jón Absalon Østerø settu ein heilt serligan dám á hugnaløtuna, sum varð tillagað umstøðunum og tilmælum frá Pál Weihe.
Annika Vágsheyg bjóðaði vælkomin og helt eina røðu, har hon millum annað. takkaði starvsfólkum, leiðsluni og stýrinum í NBH fyri, at hava ment og raðfest hetta tilboðið, har talið á vitjandi er vaksið sera nógv síðstu árini.
Til ber til at lesa alla røðuna og síggja fleiri myndir her
Eisini Jógvan Skorheim takkaði starvsfólkunum, sum dagliga virka fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi fyri okkara eldru borgarum, og vónaði sjálvsagt, at tey fóru at trívast væl við nýggju umstøðurnar.
Marna E. Jensen, stjóri í NBH, rundaði av og segði m.a., at tað er gleðiligt, at NBH áhaldandi kann menna tilboð, sum eru fleksibul í mun til tørvin hjá borgarunum, og at nærveran í hesum tilboði fær hægstu raðfesting.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald