2021-09-17 14:43

Støðan við dálkaða í drekkivatninum er batnað. Hetta staðfestir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.
- Koliformar bakteriur eru framvegis í drekkivatninum á Argjum, men dálkaða økið er vorðið minni í vesturbýnum.
Harvið stendur kókitilmælið við. Nýggjar royndir verða tiknar í dag, fríggjadagin 17. september. Úrslitið fyriliggur í morgin fyrrapart, skrivar torshavn.fo.
Til ber at síggja øki, har dálkað er, her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald