2023-09-01 16:43
Nú restar ikki nógv í, at skotið verður í gjøgnum í Dalstunlinum.
In.fo skrivar, at bara 230 metrar eru eftir at bora, og at um gongur alt væl, verður Dalstunnilin skotin ígjøgnum tíðliga í november.
Dalstunnilin verður 2.200 metrar langur umframt vegir í Húsavík og í Dali.
Fyrsta skotið varð latið av 4. november 2020, og tað varð Vilhelmina Larsen, sála, sum trýsti á knøttin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald