Innanlands

Dánjal og Búi gera barnasjónvarp í Klaksvík

Teir eru kendir frá Ævintýraferðini, og eru nú í gongd við eina nýggja verkætlan

Dánjal og Búi saman við borgarstjóranum, Jógvani Skorheim, í Leikalund, ið er karmur um ein part av leikpallinum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Dánjal og Búi saman við borgarstjóranum, Jógvani Skorheim, í Leikalund, ið er karmur um ein part av leikpallinum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-01-31 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hendan verkætlanin byrjaði í 2017, og eftir ein steðg í framleiðsluni er hon nú tikin uppaftur.  

Klaksvíkar kommuna skrivar, at ætlanin er at skapa undran hjá børnum og vaksnum, og at taka taka dystin upp við annað útlendskt tilfar, sum Dánjal og Búi meta, at børn fáa í ríkiligt mát. Í sínum bestu rollum fara teir at seta eksistentiellar spurningar, sum teir á ein skemtiligan hátt gera viðkomandi fyri nærum allar aldursbólkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder