Mentan

Danmark: - Upptøkuskipanin til hægri útbúgvingar skal endurskoðast

Tað heldur Tommy Ahlers, undirvísingarmálaráðharri

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-09-17 16:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært danska Undirvísingarmálaráðið átti mann at broytt upptøkuskipanina til hægri útbúgvingar.

Sum nú er, hava próvtøl nógv at siga, tá mann søkir um upptøku á einum hægri útbúgvingarstovni, og sambært undirvísingamálaráðnum, eiga próvtøl at fylla minni og upptøkuroyndir eiga at fylla meira.

"Vit vita væl, at tað ber til at verða ein góður lækni, hóast mann ikki fekk 10,7 í miðal í miðnámsskúlanum," sigur Tommy Ahlers, undirvísingarmálaráðharri sambært DR.

Stjórnin ætlar tí at fremja nakrar broytingar.

Hvussu mann verður upptikin á universitetið, hvat mann upplivir á universitetinum, og hvussu mann gerst liðugur við sína útbúgving.

Stjórnin hevur skotið upp at fremja hesar broytingar:

  1. Tað skal gerast møguligt at arbeiða í upp til 3 ár millum bachelor- og kandidatútbúgvingina, uttan at mann missur rættin til pláss á kandidatútbúgvingini.
  2. Tað skal gerast lættari at nema sær kandidatútbúgving, meðan mann hevur eitt fulltíðarstarv við síðunar av.
  3. Tað skal vera ein møguleiki at taka eina masterútbúgving uppá 1 ár aftaná bachelorútbúgvingina heldur enn at taka eina kandidatútbúgving uppá tvey ár.
  4. Bachelorútbúgvingar skulu fevna breiðari, enn tær gera í løtuni, og talið av bachelor- og kandidatútbúgvingum skal endurskoðast.
  5. Lesandi skulu hava betri møguleika at flyta seg inn á onnur faklig øki, tá tey nema sær kandidatútbúgving.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder