![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinasta samdøgrið eru 128 nýggir smittutilburðir staðfestir í Danmark, upplýsa landsins heilsumyndugleikar sambært DR.
Talið er nakað lægri enn í gjár, har talan var um 169, ið var hægsta talið síðan 27. apríl.
Les eisini: Danmark: Hægsta talið á smittaðum síðan apríl
Aarhus kommuna og Ringsted eru serliga hart rakt.
Av teimum 169 tilburðunum, sum vórðu skrásettir í gjár var meginparturin í Aarhus. Statens Serum Institut upplýsir, at av teimum royndunum, sum vórðu tiknar 7. august, vóru 139 positivar, og 83 av hesum tilburðunum eru í Aarhus.
Støðan í Aarhus hevur fingið myndugleikarnar at seta lokal tiltøk í verk. M.a. er munnbind nú vorðið eitt krav í almennu ferðsluni í býnum.
Les eisini: Strangari koronakrøv í Aarhus
Fríggjadagin varð eisini boðað frá, at har var lang bíðirøð uttanfyri kanningarstøðir í og nærindis Aarhus, skrivar Ritzau.
Ringsted er eisini hart rakt. 142 av starvsfólkunum á sláturvirkinum hjá Danish Crown í býnum hava nú fingið staðfest smittuna.
Sláturvirkið er nú stongt komandi vikuna, og øll starvsfólk eru send í heimauppihald. Uml. 9.000 fólk arbeiða á sláturvirkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald