Uttanlands

Danmark: 38 dripin í 2023

15 av drápunum vórðu framd við knívi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-01 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2023 vóru 38 persónar offur í málum um dráp ella deyðiligan harðskap, vísir uppgerð hjá Ritzau.

Hetta talið er lægri enn í 2022, tá 46 vórðu dripin.

Asser Hedegård Thomsen, rættarlækni, sum hevur granskað í drápsmálum í tíðarskeiðnum 1992 - 2016, sigur, at umleið ein triðingur av drápum í Danmark eru framd við knívi, og í 2023 vóru 15 dráp framd við knívi.

Hann leggur afturat, at tey flestu drápini, ið eru framd við knívi, verða framd inni á privatum bústøðum.

Fýrsta drápið í 2023 varð skrásett 1. januar, og tað seinasta 27. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder