Uttanlands

Danmark: Ætla at endurskoða reglurnar fyri fosturtøku

Etiska Ráðið í Danmark ætlar m.a. endurskoða markið á 12 vikur, og fer ráðið at koma við einum tilmæli í summar

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2022-12-12 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Etiska Ráðið í Danmark ætlar at endurskoða reglurnar fyri fosturtøku og m.a. gera eina meting um, hvørt markið á 12 vikur eigur at verða broytt.

Tað sigur formaðurin í ráðnum, Leif Vestergaard Pedersen sambært Ritzau.

Sambært núverandi fosturtøkulóg í Danmark er tað møguligt at fáa fosturtøku framda til og við 12. viku í viðgongutíðini. Tað er tó eisini í serligum førum loyvt at fáa fosturtøku eftir 12. viku.

Markið varð ásett fyri yvir 50 árum síðani, og Etiska Ráðið hevur ikki endurskoðað reglurnar á økinum síðan 2007.

Etiska Ráðið kann ikki broyta lógina men bert koma við tilmælum, og í summar fer ráðið at koma við einum tilmæli á økinum.

Tað er langt síðani, at Etiska Ráðið hevur hugt at fosturtøkureglunum, og í løtuni eru røringar á evropeiska og amerikanska meginlandinum á økinum. Eisini hevur tað verið frammi í parti av Fólkatinginum, at tað kann vera tíð at endurskoða hetta, sigur formaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder