Í Føroyum hava myndugleikarnir sett greitt ynski fram um, at ferðafólk ikki koma til landið - í fyrstu syftu fram til 30. juni.
Hetta ávirkar sjálvsagt ferðavinnuna í sera stóran mun, og talan er um hóttafall hjá fyritøkunum, ið takast við ferðavinnuna.
Í Danmark er støðan líknandi, tó at ferðavinnuskrivstovur og onnur hava fingið nógv størri fíggjarliga hjálp frá stjórnini.
Summir borgarstjórar hava skotið upp, at danska markið til Týskland verður latið upp, so at týsk ferðafólk kunnu koma inn.
Hetta metir Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, ikki vera ráðiligt;
- Tað er greitt, at ferðavinnan líðir, men vit fara ikki at lata landamørkini upp nú. Sum støðan er beint nú, so haldi eg ikki, at ferðafólk skulu kunnu ferðast inn, tí tey taka møguliga smittu við sær
Tað var til ein spurning í Fólkatinginum fyrrapartin, at hann svaraði hetta.
Donsku landamørkini hava verið latin aftur síðani 14. mars. Bert fólk við donskum ríkisborgararætti kunnu koma inn í landið, og annars fólk í sentralum størvum ella onkur sum skal vitja ein álvarsama sjúkan avvarandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald