Innanlands

Danmark fyrireikar seg til “vandamikið veður”

Ógvusligur eystan- og landssynningsstormur verður í morgin

(Mynd: windy.com)

(Mynd: windy.com)

2023-10-19 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark lýsa ávaringarlampurnar í sambandi við at vindurin veksur og havstøðan hækkar í sambandi við eitt ógvusligt lágtrýst í Norskahavi, sum eisini kemur at ávirka veðrið á okkara leiðum komandi dagarnar.

Roknað verður við stórum skaðum í flata Danmark orsaka av hækkandi vatnstøðu. DMI ávarar um “ógvuliga vandamikið veður”.

Serliga tí at ættin verður eystan- og landssynningur, og tað er ikki so vanligt hjá dønum at uppliva nógvan vind frá teirri leiðini.

Tí eru tað strendurnar og firðirnir “inni í Danmark”, sum eru í vanda hesaferð, strendurnar, sum venda eystureftir og suðureftir.

Fleiri ferjur á innaru leiðunum hava longu avlýst siglingina komandi dagarnar, og roknað verður eisini, at fleiri brýr verða stongdar orsaka av nógva vindinum.

Og so er tað yvirflóðirnar, sum roknast kann við, serliga fram við syðra parti Lítlabelti, Flensborgfirði og Aabenraafirði har roknað verður við, at havstøðan kann gerast meira enn tveir metrar oman fyri tað vanliga.

Her heima verður veðrið eisini ávirkað av serligu veðurstøðini, men ikki eins ógvusligt sum eitt nú í Svøríki, Danmark, Noregi og Bretlandi.

Veðurstovan herheima boðar frá vindi upp í strúk, 20 m/s, í morgin, minkandi út á kvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder