Danmark hevur nú gjørt avtalu við Rumenia um at keypa 1,17 mió. skamtar við koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech. Tað skrivar danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.
Orsøkin til, at Danmark hevur kunnað keypt koppingarevni frá Rumenia er væntandi undirtøkan fyri koppsetingini í løtuni, og hevur Rumenia tí nógv koppingarevni, sum landið ynskir at selja.
Koppingarevnið fer at framskunda donsku koppsetingarætlanina, og Statens Serum Institut væntar, at fyrsta sendingin kemur til Danmarkar longu seinni í vikuni.
Sambært Landssjúkrahúsinum kunnu vit í Føroyum eisini vænta at fáa ein part av teimum 1,17 mió. skamtunum, sum koma úr Rumenia.
– Um lutfallið verður tað sama sum vanligt, so er talan helst um gott 10.000 skamtar aftrat komandi vikurnar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald