Uttanlands

Danmark: Mæla til at loyvið til abort verður longt til 18. viku

Danska siðsemisnevndin hevur í dag tikið avgerð um at mæla til at danska fosturtøkulógin verður broytt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-26 12:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan vit í Føroyum tosa um at tillaga okkara abortlóggávu teirri donsku, sum hevur verið galdandi í fimmti ár, so tosa tey nú í Danmark um at broyta lógina, so at tað skal vera loyvt at taka abort seinni enn í 12. viðgonguviku, sum er galdandi nú.

Ein meiriluti í donsku siðsemisnevndini, Det Etiske Råd, hevur í dag tikið støðu til at mæla til, at loyvt verður donsku kvinnum rættin til fría fosturtøku líka til 18. viðgonguviku.

Tað skriva danskir miðlar í dag.

Við at leingja markið gevur tað kvinnum møguleika fyri at umhugsa abort eftir at nakkalegdarskanning er gjørd í 12. viku.

- Tað týdningarmiklasta argumentið er, at kvinnan sjálv fær møguleikan fyri at taka avgerðina um fosturtøku, og fær góða tíð til tað, sigur formaðurin í etiska ráðnum, Leif Vestergaard við Danmarks Radio.

17 limir eru í donsku siðsemingsnevndini, bæði serfrøðingar og “vanlig fólk”.

Nú fimmti ár eru liðin síðan danska abortlógin kom í gildi, hevur etiska ráðið brúkt høvið til at endurskoða donsku lóggávuna. Eisini tí, at kjakið um fosturtøkumarkið eisini gongur hart í øðrum londum í Evropa.

Tað er ein meiriluti – 9 av teimum 17 limunum – sum mælir til, at markið skal vera 18 vikur. Fýra limir mæla til at hækka markið til 15. viku, meðan fýra limir mæla til at halda fast um núverandi markið á 12 vikur.

Seinast evnið var uppi og vendi í Det Etiske Råd var í 2007, tá allir limirnir vóru samdir um at halda fast um markið á 12 vikur, skrivar dr.dk.

Allir limirnir hildu tá, at markið virkaði væl, og at ein víðkan einans vildi føra til fleiri abortir.

Meirilutin vísir nú á, at royndir frá øðrum londum ikki geva orsøk til at halda, at talið av fosturtøkum økist. Tey vísa eisini á, at tær allarflestu kvinnurnar í Danmark, sum søkja um loyvi at taka abort eftir 12 viku, fáa loyvi til tað.

Nýggjastu donsku hagtølini vísa, at av teimum 631 kvinnunum, sum higartil í ár hava søkt um undantaksloyvi til at taka abort eftir 12. viku, eru tað 52, sum ikki hava fingið loyvi.

Ein av teimum fýra í Det Etiske Råd, sum vil varðveita 12 vikur sum mark, er Ida Donkin, sum er lækni á eini føðingardeild.

- Eg haldi, at núverandi markið javnvigar fínt millum atlitið til kvinnuna og atlitið til fostrið, sigur hon við dr.dk.

Hon hevur fyrr havt ta áskoðan, at markið eigur at leingjast, tí hon í sínum arbeiði tekur støði út frá kvinnuni.

- Men eg eri vorðin meira tilvitað um atlitið til fostrið. Í 12. viku hevur kvinnan góðan møguleika fyri at gerast varug við at hon er vorðin við barn. Tær allarflestu fosturtøkurnar verða eisini tiknar áðrenn 12. viku, og kvinnan hevur framvegis møguleika at søkja um loyvi eftir 12. viku eisini, sigur hon.

Ongin av limunum í donsku siðsemisnevndini mælir til at lækka markið, heldur ongin at leingja tað út um 18. viku, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder