placeholder
Innanlands

Danmark nærkast floksórini móti korona

- Men smittan doyr ikki út, hóast talan ikki longur er um eina farsótt

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-01-25 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark kann rokna við at hava floksórin móti koronasmittuni um einar tvær vikur.

Tað sigur Viggo Andreasen, ið er lektari í støddfrøðiligari farsóttarfrøði á Roskilde Universitet.

Við danska TV2 sigur hann, at um tvær vikur fer farsóttin at toppa.

Orsøkin til floksórinið er eitt høgt tal av koppsetingum saman við høgum smittutølum.

Í farnu viku upplivdu tey í Danmark fyri fyrstu ferð 30.000 smittutilburðir í eitt samdøgur, og í hesi vikuni kom talið upp um 40.000.

Danska heilsustýrið skrivaði í tíðindaskrivi í gjár, at oman fyri ein millión danir nú hava verið smittaðir við omikron-frábrigdinum síðan tað kom fram í desember.

Floksórin merkir, at smittan ikki longur kann raka ein so mikið stóran part av fólkinum í einum landi, at hon ikki longur spjaðist í samfelagnum. Hinvegin skulu vit læra at liva við, at sjúkan kann venda aftur, sigur Viggo Andreasen við TV2.

Koronasmittan er nú á gáttini frá at vera epidemisk – ein umfarssótt – til at vera endemisk, tvs. ein sjúka, ið ikki smittar so illa. Dømi um endemiskar smittur eru eitt nú skáldkoppar.

Jesper Lundgren, ið er professari í ígerðarsjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, vísir eisini á, at korona ikki bara hvørvur, tá eitt samfelag hevur fingið floksórin.

Hann er vísur í, at koronavirusið eisini fer at herja komandi vetur, og tí er tað neyðugt at varðveita floksórinið, sigur hann.

Vandin fyri nýggjum frábrigdum av koronasmittu, ið smitta meira og eru vandamiklari, er framvegis til staðar. Men Jens Lundgren sigur, at breiða mótstøðuførið móti omikron-smittuni og ein møgulig nýggj vaksina í summar fer at gera, at vandin fyri at slík frábrigdi fara at elva til trupulleikar, verður ikki so stórur næsta vetur.

Heimsheilsustovnurin WHO metir eisini, at Evropa nú er á veg út úr farsóttini, hóast korona ikki hvørvur.

Hans Kluge, WHO-deildarleiðari fyri Evropa, væntar, at um 60 prosent av fólkunum í Evropa kunnu vera smittað innan mars mánað. Og tá smittubylgjan er avhasað, kann roknast við at heimurin er mótstøðuførur móti smittuni í hvussu so er í eina tíð.

Men órinið heldur ikki í allar ævir, vísir Tyra Grove Krause, fakligur leiðari í Statens Serum Institut, á.

- Virusið hvørvur ikki, og væntast kunnu nýggjar smittubylgjur, tá umstøðurnar loyva tí, og tað kann vera longu í komandi vetrarhálvu, sigur hon við TV2.

Roknast skal, sambært Statens Serum Institut, eisini við nýggjum frábrigdum, sum eisini fara at gera tað neyðugt við einum fjórða priki.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder