Innanlands

Tríggir mans handtiknir í nátt

Tríggir mans hava sitið á løgreglustøðini í nátt, og tann eini er skuldsettur fyri trý lógarbrot

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-08 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men hóast tað, hevur tað verið hampiliga friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Tó hevur løgreglan havt tríggjar gestir á støðini í nátt.

Ein maður varð tikin beint áðrenn klokkan fýra í nátt, eftir at hann hevði víst løgregluni longutong. Tað gevur eina bót á brot fyri skilhaldsreglurnar, men umframt hetta vildi hann heldur ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr. Tí varð hann tikin við á støðina.

Stutt áðrenn klokkan trý vórðu tveir mans eisini tiknir við á støðina fyri at hava verið ófriðarligir á einum skeinkistaði. Tað gevur eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar í part.

Tann eini maðurin kom eisini við rasistiskum útsagnum móti einum løgreglufólki, og tað fær hann eisini eina bót fyri. Umframt hesar báðar bøturnar, gjørdi hann eisini herverk á løgreglustøðini, tá hann varð leyslatin tíðliga í morgun, og sostatt er talan um tríggjar skuldsetingar móti hesum eina manninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder