Uttanlands

Turkaland vil handtaka Netanyahu fyri fólkadráp

Turkaland hevur givið boð um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og 36 aðrir ísraelar skulu handtakast

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-11-08 16:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkaland hevur givið boð um at handtaka ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og fleiri av hansara ráðharrum, framgongur av fráboðanini frá turkiska ákærumyndugleikanum.

Orsøkin er, at teir eru lagdir undir at hava framt fólkadráp og brotsverk móti mannaættini í sambandi við kríggið í Gazageiranum. M.a. fáa hesir ábyrgdina fyri eitt álop á eitt turkiskt-bygt sjúkrahús í Gaza í mars.

Handtøkuboðini umfata 37 ísraelar, harímillum eisini ísraelska verjumálaráðharranum Israel Katz, skrivar Ritzau.

Altjóða revsidólstólurin (ICC) gav í november 2024 boð um, at Netanyahu og fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant skulu handtakast fyri fólkadráp.

ICC gav eisini boð um at handtaka tríggjar leiðarar úr palestinsku Hamas-rørsluni fyri krígsbrotsverk, men hesi handtøkuboðini vórðu tikin aftur, eftir at leiðararnir vórðu dripnir í Gaza.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder