placeholder
Uttanlands

Danmark: Nógv vilja skifta kyn, men bíðitíðin er long

Uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti skal til viðgerðar í løgtinginum týsdagin

2018-11-04 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fáum árum síðani ynsktu uml. 10 fólk um árið at skifta kyn, men nú er talið komið uppá 200, verður sagt á Ríkissjúkrahúsinum.

Hetta merkir, at bíðitíðin er nógv longri, áðrenn fólk kunnu fáa viðgerð. Vandi er fyri, at mann skal bíða í eitt heilt ár fyri at sleppa framat hjá serlæknanum, og síðani skulu fólk bíða í tvey ár afturat fyri at fáa kynsskiftisviðgerð, og bíðitíðin bara veksur.

"Tað snýr seg um identitet. Tað tyngir tey. Eg havi sjúklingar, sum ikki tora at søkja inná ta útbúgvingina, tey ynskja sær. Tey stúra fyri, at tað verður avdúkað, at tey eru í ferð við at skifta kyn," sigur Astrid Højgaard, yvirlækni á Center for Kønsidentitet og Sexologisk Center á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.

Politisku flokkarnir Enhedslistin, Alternativet og SF halda, at fleiri pengar skulu setast av, so bíðitíðin styttist, men Dansk Folkeparti tekur ikki undir við hesum.

Í Dansk Folkeparti halda tey, at tað at skifta kyn er eitt mótafyribrigdi.

Løgfrøðiligt kynsskifti

Eitt uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti kemur fyri løgtingið týsdagin. 

"At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass," stendur í uppskotinum.

Løgfrøðiligt kynsskifti hevur verið loyvt í Danmark síðan 2014. Síðan tá hava 918 fólk søkt um at skifta kyn løgfrøðiliga, og 692 av hesum eru játtaðar, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder