Í gjárkvøldið um klokkan 21.30 fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakrir ungir dreingir kastaðu steinar eftir bilum, sum koyrdu framvið Christianskirkjuna í Klaksvík.
Ein bilur varð raktur av steinunum.
Bilførarin, sum boðaði frá, steðgaði á og tosaði við dreingirnar, men hann kendi teir ikki, og hevur løgreglan heldur ikki funnið fram til teir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
– Vit heita á foreldur um at tosa við børn síni um ikki at gera slíkt, sigur vaktleiðarin.
Í nátt beint áðrenn klokkan tvey fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á ein bil í Leirvík.
Tvey dekk vóru skorin upp, og eitt síðuspegl á bilinum var eisini oyðilagt.
Løgreglan kannar málið, og um onkur hevur sæð okkurt í sambandi við herverkið, eru tey vælkomin at seta seg í samband við løgregluna, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald