Ísraelsku stjórnin sendi í gjár inn uppskot um at senda ísraelska tingið, Knesset til hús og útskriva nýval.
Tað er Likud, flokkurin hjá forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, sum eigur uppskotið, sum er undirskrivað av formonnunum í teimum seks stjórnarflokkunum.
Verður uppskotið samtykt, skal val verða 90 dagar seinni.
Ísraelskir miðlar skriva, sambært Ritzau, at atkvøðugreiðsla um uppskotið kann verða 20. mai, og verður væntað, at uppskotið verður samtykt. Um so verður, kann val haldast frá triðju viku í augustmánað.
Val skal annars vera í seinasta lagi 27. oktober.
Ultraortodoksu stjórnarflokkarnir hava hartað Netanyahu fyri ikki at halda lyfti sítt um at tryggja við lóg, at ungir ultraortodoksir menn sleppa undan at gera herskyldu.
Tveir mótstøðumenn hjá Netanyahu, Naftali Bennett og Yair Lapid boðaðu síðst í apríl eisini frá, at teir stovna ein nýggjan flokk, sum fær heitið "Saman". Teir báðir hava funnist at handfaringina hjá ísraelsku stjórnini av krígnum móti Hamas.
Fleiri av andstøðuflokkunum hava eisini hótt við at leggja fram teirra egnu uppskot um at senda tingið til hús.
Benjamin Netanyahu hevur longu boðað frá, at hann stillar uppaftur. Netanyahu, sum er 76 ára gamal, hevur verið forsætisráðharri í tilsamans 18 ár síðan 1996, sum er longri enn nakar annar ísraelskur forsætisráðharri. Hann var forsætisráðharri frá 1996 til 1999, og so aftur frá 2009 til 2021. Í 2022 gjørdist hann aftur forsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald