Uttanlands

Danmark sendir 50 milliónir krónur til Sýria

Eftir ógvuliga hart borgarakríggj í 14 ár eru stórir menniskjaligir tørvir í landinum, og nú hava íbúgvarnir í Sýria ein søgulgan møguleiki, staðfestir Lars Løkke Rasmussen, uttanríkismálaráðharri

- Eftir at Assad-ræði er fallið, hevur sýriska fólkið ein søguligan møguleika at skapa eina betri framtíð, men tað er samstundis ein tíð við stórari óvissu fyri nógvar sýrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eftir at Assad-ræði er fallið, hevur sýriska fólkið ein søguligan møguleika at skapa eina betri framtíð, men tað er samstundis ein tíð við stórari óvissu fyri nógvar sýrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-11 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sýria er í einari serstakari støðu. Eftir nógv ár við borgarakríggi og nú eitt valdsskifti. 

Í síðstu viku var einaræðisharrin Bashar al-Assad koppaður, og nú er vónin, at til ber at byggja upp av nýggjum.

Sí eisini: Endin á Assad-stýrinum: Forsetin í Sýria rýmdur úr landinum

Danska stjórnin vil hjálpa við hesum. Lars Løkke Rasmussen hevur nú kunngjørt, at Danmark letur 50 milliónir krónur í hjálp - í "humanitære indsatser" - til Sýria. 

- Eftir at Assad-ræði er fallið, hevur sýriska fólkið ein søguligan møguleika at skapa eina betri framtíð, men tað er samstundis ein tíð við stórari óvissu fyri nógvar sýrar. Eitt ógvuliga hart borgarakríggj í 14 ár hevur skapt djúp arr og stórar menniskjaligar tørvir í landinum, so tað krevur at heimssamfelagið er til reiðar at hjálpa.

Hetta sigur Lars Løkke Rasmusssen, uttanríkisráðharri, við DR.  

Danmark sendir sum nú er pening til Sýria, so hendan stóra upphæddin verður løgd afturat.

Sí eisini: Sýria: Áheitan um friðarligt valdsskifti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder