
Bólkurin Danny & the Veetos fer at framføra á Mentanarnáttini á Tvøroyri, sum verður 30. mai.
Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.
– Nærum beinanvegin Danny & the Veetos trinu á føroyska tónleikapallin í 2013, gjørdist teir fólkaogn. Við sínum væl ljóðandi, lívsglaða tónleiki, og frálíku røddini hjá sangaranum Danny Baldursson, bergtók bólkurin áhoyrararnar, óansæð um teir vóru at hoyra í útvarpinum, ella um teir spældu live.
– Løg sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og ”stúr ei meir”, duga næstan øll uttanat og vit gleða okkum at hoyra teir á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri, skrivar kommunan.
Danny & the Veetos fer eisini at kunngera eitt nýtt lag í útvarpinum fríggjamorgunin 30. mai, og hetta verður eisini at hoyra á mentanarnáttini.
Skráin fyri mentanarnáttina verður kunngjørd seinni, og verður hon eisini borin í øll húsarhald í Suðuroynni, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald