Mentan

DansiEksperimentið verður leygardagin

Føroysk ung saman við yrkisdansarum sameina dans og tónleik í Hátúni

(Mynd: Tóna Fritsdóttir)

(Mynd: Tóna Fritsdóttir)

2025-10-30 14:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan 50 føroysk ung fara á pallin, tá DansiEksperimentið 2025 verður sýnt  tvær ferðir leygardagin 1. november í Hátúni hjá Tórshavnar Musikkskúla.

DansiEksperimentið savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.

Í ár verður DansiEksperimentið fyriskipað í samstarvi við Tórshavnar Musikkskúla, og úrslitið verður ein serlig framførsla, har dansur og livandi tónleikur renna saman í eina heild.

Ungir tónleikarar og dansarar skulu á pallin, og eisini verða fleiri føroyskir og útlendskir yrkisdansarar við.

Í ár verða almennu framførslurnar leygardagin 1. november klokkan 15 og klokkan 18 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá atgongumerki.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder