Uttanlands

Danska løgreglan: Ikki loyvt at uppihalda seg á Islands Brygge

Talan er um eitt serligt havnaøki á Islands Brygge, sum er eitt væl umtókt savningarstað, tá veðrið er gott – forboðið kom í gildi í gjár, og longu nú hava fleiri fingið bót

Mynd: DR

Mynd: DR

2020-04-26 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð nýtt uppihaldsforboð sett í gildi í Keypmannahavn. Tað snýr seg um eitt serligt havnaøki á Islands Brygge, sum er eitt væl umtókt savningarstað, tá veðrið er gott. Nú kann mann fáa upp móti 2.500 krónur í bót fyri at uppihalda seg har.

[object Object]Forboðið umfatar økið, sum er merkt við reyðum (Mynd: DR)

Orsøkin er, sigur umboð fyri løgregluna í Danmark, at fleiri hundrað ung fólk savnaðust á økinum fríggjakvøldið at hugna sær, hóast fleiri ávaringar um at savnast ov nógv saman.

Løgreglan í Danmark kann seta í gildi uppihaldsforboð á støðum, har almenningurin hevur atgongd, um hetta verður mett neyðugt fyri at forða fyri smittuspjaðing, og møguliga koma fleiri uppihaldsforboð afturat, verður sagt.

Forboðið er í fyrsta umfari galdandi til klokkan 21 1. mai, men hetta kann verða longt. Í hesum tíðarskeiðnum fer løgreglan at vera nógv til staðar í økinum, og løgreglan hevur longu nú givið fleiri bøtur í morgun.

Enn er tó loyvt at ganga gjøgnum økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder