Innanlands

Danska NemID eigur ikki at vera krav til føroyingar

Landsstýrið og peningastovnarnir áttu heldur at gjørt semju um, at krav um nemID ikki verður sett føroyingum fyri at brúka netbankan, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Kristina Háfoss (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristina Háfoss (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-23 12:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú ynskir at brúka netbanka og lønarportal eftir 29. mai 2020, so skalt tú brúka NemID. Hesum boðaðu peningastovnarnir frá fyri nøkrum døgum síðani.

Hetta hevur fingið Kristinu Háfoss, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og sum var fíggjarmálaráðharri undanfarna valskeið, at seta Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ein grein 52 spurning um hetta.

Hin spyr millum annað um landsstýrismaðurin metir, at tað er rætt, at seta krav um at skula útvega sær danska NemID fyri at kunna nýta netbanka og lønarportal í Føroyum. Hon vil eisini hava at vita, um hetta fer fram júst nú.

Metir landsstýrismaðurin, at tað verður ein vansi fyri gagnnýstlu og útbreiðslu av føroyska Talgilda Samleikanum, um fólk í Føroyum fyrst skulu skifta til danska NemID, fyri síðan at flyta til ein føroyskan Talgildan Samleika eftir fáum mánaðum, spyr Kristina Háfoss eisini um.

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi vil eisini hava at vita, um nakað stig verður tikið fyri at fáa semju við føroysku peningarstovnarnar uma t sleppa kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID.

Talgildi samleikin verður tikin í nýtslu í ár, og tá verður tað fyrst og fremst við teimum veitarum, sum brúka Mínlykil í dag. Hetta er m.a. Borgaragluggin og Vinnugluggin hjá TAKS, barnaansingarskipanin hjá Tórshavnar Kommunu, Mínrokning og Mínboks. 

Í 2021 er ætlanin, at bankarnir eisini fara at brúka føroyska samleikan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder