Uttanlands

Danska stjórnin fer at loyva 500 at savnast

Men framvegis er hámarkið á 10 fólk galdandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-21 08:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin fer at loyva upp til 500 fólkum at savnast í summar. Avgerð er tikin um at seta eitt hámark á 500 fólk, sum verður galdandi til 1. september, skrivar Ritzau

Men fyribils fær henda avgerð ongan týdning, við tað at núgaldandi bann móti at savnast fleiri enn 10 framvegis er galdandi. Fríggjadagin varð henda áseting longd til 10. mai.

Hetta hámarkið kann eisini verða longd, og eitt nýtt, nakað hægri hámark, kann eisini verða sett í gildi, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder