Kanning um íløguavkast hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum 2014-2018
Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum fyri tíðarskeiðið 2014 til 2018. Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygnið á tryggingarmarknaðinum, og er hon dagføring av kanningini um íløguavkast, sum varð almannakunngjørd í desember 2018.
Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum 2014-2018 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 2,6 prosent, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var í miðal 5,2 prosent.
Í 2018 var fall á partabrævamarknaðinum, ið gjørdi, at hetta árið fingu føroysku feløgini negativt avkast á -1,5 prosent, meðan donsku feløgini høvdu negativt avkast á -1,8 prosent. Fallið á partabrævamarknaðinum í 2018 gjørdi eisini, at avkastið fyri tíðarskeiðið 2014-2018 er lægri enn í undanfarnu kanning, tá partabrævamarknaðurin øll árini hevði positivt avkast.
Ein orsøk til lægra íløguavkastið hjá føroysku feløgunum 2014-2018 er, at føroysku feløgini hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkreditlánsbrøv, meðan donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og í grundir og bygningar, sum í tíðarskeiðnum hava givið hægri avkast.
Tað er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum í tíðarskeiðnum. Hetta er m.a. orsakað av, at feløgini hava valt ymiskan íløguprofil, har nøkur feløg hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkredittlánsbrøv við lágari rentu.
Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta ikki, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, bonus v.m.
Íløguavkastið hevur stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Um vit til dømis taka ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 krónur um mánaðin og rindar 15 prosent í eftirløn, svarar tað til 2.700 krónur um mánaðin aftaná 40 prosent í eftirlønarskatti. Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 2,6 prosent í miðal givið eitt samanspart virði á umleið 2,3 milliónir krónur aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 5,2 prosent, hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 4,3 milliónir krónur, sum er næstan tvífalt so stórt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald