Innanlands

Danski sjónvarpslæknin: Skeivt at bera ótta fyri korona - við vitanini vit hava fingið, er tamarhald á støðuni

Peter Geisling sigur seg fáa teldupost frá eldri fólki, sum í sjey mánaðir hava verið isolerað í summarhúsum. Tað er ikki mátin, sigur hann

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-08 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg haldi ikki at ørkymlandi er rætta orðið. Um eg brúki tað orðið um nakað í mínum lívið, so er tað um nakað, eg ikki sjálvur ráði yvir. Koronavirusinum hava danir ræðið á fullkomiliga.

Tað segði sjónvarpslæknin hjá Danmarks Radio, Peter Qvortrup Geisling, eftir tíðindafundin hjá danska heilsumálaráðnum seinnapartin í gjár.

Á tíðindafundinum kunngjørdi Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, at koronaavmarkingarnar í Danmark eru longdar fram til 31. oktober. Savningarforboð á 50 fólk verður eisini galdandi síðst í hesum mánaðinum.

Peter Geisling sigur, at slík virus ikki eru nakað nýtt. Vit hava nógvar royndir frá øðrum sjúkum, sum hava gingið, og hava fatur á tí rætta.

- Eg fái teldupostar frá eldri fólki, sum í sjey mánaðir hava sitið sínum summarhúsum. Og tað er ikki soleiðis tað skal vera. Lívið skal livast meðan farsóttin herjar, sigur Peter Geisling, sjónvarpslækni.

Brot úr sendingini sæst omanfyri, og øll sendingin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder