![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgin kemur Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, á vitjan í Føroyum, her hann skal hitta føroyska landsstýrismannin við uttanríkismálum og mentan, Jenis av Rana.
Hetta skrivaði heimasíðan hjá uttanríkisráðnum í gár.
- Vit hava brúk fyri eini nýggjari arktiskari strategi, og vit hava brúk fyri einum styrktum, meira tíðarhóskandi og javnmett samstarv í ríkisfelagsskapinum. Her hava føroysk sjónarmið og áhugamál stóran týdning. Tí fari eg til Føroya fyri at hitta góða starvsfelaga mín, Jenis av Rana, fyri at lurta og samstarva víðari við teimum ítøkiligu uppskotunum, ið liggja á borðinum fyri á tann hátt at kanna nýggjar møguleikar fyri øktum samstarvi í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum, sigur Jeppe Kofod við um.dk.
Á vitjanini í Føroyum, skal danski uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd fyri at tosa um øktu geopolitisku áhugamálini í Arktis og Norðuratlantshavi.
Ráðharrin leggur dent á, at tað hevur týdning fyri hann at hoyra hvat føroyskir politikarar halda um gongdina og avbjóðingarnar í Arktis og í heimshøpi.
Ríkisfelagsskapurin og Arktis hava serliga raðfesting hjá Jeppe Kofod. Ein nýggj arktisk strategi fyri Kongsríkið Danmark fyri tíðarskeiðið 2021-2030 skal orðast nú í øðrum hálvári 2020, ið væntandi verður løgd fram í byrjanini av komandi ári.
- Søgan um framtíðina hjá Arktis er ikki skrivað enn. Tað verður hon tó í hesum mánaðum og árum – og nógvir eru pennanir um pappírið. Vit ynskja eina framtíð í lágspenningi við samráðingarloysnum, burðardyggari búskaparligari menning og styrktum samstarvi. Eina menning, ið setir fólkini í økinum í miðdepilin. Til tess krevst ein felags arktisk strategi, sigur Jeppe Kofod.
Danski uttanríkisráðharrin hevur í hesum sambandi nýliga eisini verið á vitjan í Noregi og í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald