placeholder
Mentan

Danski X-factor vinnarin til Føroya

Kristian Kjærlund fer at framføra á Torginum í SMS leygardagin

2019-05-15 08:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú kemur danski X-factor vinnarin, Kristian Kjærlund, til Føroya. Hann fer at framføra á Torginum í SMS seinnapartin leygardagin 18. mai.

Fyri einum mánaða síðan kundu føroyingar síggja Kristian Kjærlund fara avstað við sigrinum í X-factor á TV2. Ein væl uppiborin sigur av einum sera samansettum artisti. Kristian er eitt nú samanborin við ongan minni enn David Bowie, sála. Bæði vegna sítt listarliga brá og rødd.

Kristian Kjælund framførdi eitt nú løgini ‘Common People’ hjá Pulp, ‘Green light’ hjá Lorde og ‘Do I wanna know’ hjá Artic Monkeys til X-factor kappingarnar, og eru hetta nøkur av løgunum føroysku X-factor fjeppararnir fara at hoyra leygardagin. Kristian fer sjálvandi eisini at framføra sítt egna lag ‘Lost and profound’.

Eftir X-factor finaluna hevur Kristian framført fleiri ferð um vikuna kring alt Danmark. Tað er sostatt ein væl vandur X-factor vinnari, sum nú kemur til Føroya.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder