Innanlands

Danskir veganarar í herferð móti grind

Brúka eitt nú stóra burturkastið av góðum mati sum próvførsla fyri, at tað ikki er burðardygt at drepa grind

2020-08-13 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donsk umhvørvisfólk eru nú farin í bingjuna við burturkasti hjá einum føroyskum matvøruhandli fyri at finna fram argument móti føroyska grindadrápinum.

Ein bólkur av dønum – flest teirra við tilknýti til nýstovnaða Veganerpartiet – er í løtuni í Føroyum sum partur í eini herferð tey kalla ”Latið grindina liva” og ”Danes Against the Grind”.

Eitt hugtak millum umhvørvistilvitað fólk á donsum eitur ”at skralde” – ”skrelja” kundu vit kanska kallað tað á føroyskum.

Hetta er tá fólk fara at leita fram etandi burtur úr tí, sum matvøruhandlar tveita burtur.

Hugburðurin er, at væl ber til at eta matin, hóast hann er við at fara út um seinasta haldførisdag.

Og nú verður ”skreljing” eisini brúka á sosialu miðlunum at vísa á, at føroyingar als ikki hava tørv á grindini, vit drepa.

”Próvførslan” er tann, at tá ein einstakur matvøruhandil tveitir so nógvan góðan mat burtur, sum donsku ”skreljararnir” hava funnið, so er ikki neyðugt at drepa grind. Føroyingar kunnu ístaðin fara í handilin eftir matinum.

Fleiri danskir aktivistar hava seinastu tíðina send myndir úr Føroyum og vísa eisini við serligari frámerking á Facebook, at tey eru ímóti føroyskum grindadrápi.

Ein teirra eitur Michael Monberg. Hann er ein av stovnarunum og forpersónur í nýstovnaða politiska flokkinum, Veganerpartiet. Tað er ikki so langt síðani, at hesin flokkurin við neyðuga talinum av undirskriftum fyri at kunna stilla upp til fólkatingsval. Endaliga góðkenningin er ikki komin enn. 

(Tekstur viðvíkjandi góðkenningini av Veganerpartiet broyttur kl. 11.40)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder