Danski íløgubankin Saxo Bank hevur nú tikið avgerð um at hækka rentuna fyri innistandandi pening frá minus 0,6 til nul, og sostatt fer bankin at droppa negativu rentuna.
Evropeiski miðbankin er við at fara burtur frá negativum rentum, og danski tjóðarbankin væntast at fylgja hesum. Umframt hetta halda fleiri aðrir danskir bankar eisini, at mann fer at gevast við negativu rentuni annaðhvørt síðst í hesum árinum ella einaferð í 2023.
Higartil hevur negativa rentan hjá Saxo Bank rakt kundar, sum hava yvir 500.000 krónur á bók, men 1. juli fer rentan upp á nul fyri allar privatkundar, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald