Mentan

Danskur leikstjóri ger film um "Valhøll"

Filmurin er bygdur á donsku teknirøðina frá 1979

Við í filminum eru m.o. Sanne Salomonsen og Roland Møller (Mynd: DR)

Við í filminum eru m.o. Sanne Salomonsen og Roland Møller (Mynd: DR)

2018-09-14 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er danski leikstjórin Fenar Ahmad í ferð við at framleiða ein nýggjan ævintýrafilm, ið er bygdur á teknirøðina "Valhalla" og á teknifilmin við sama heiti. Teknirøðin er bygd á norrønu gudalæruna.

Fyrsti parturin av teknirøðini í 15 pørtum varð givin út í Danmark í 1979, og síðsti parturin í 2009. Fimm fyrstu partarnir eru eisini givnir út á føroyskum undir heitinum "Valhøll".

Í 1986 varð ein teknifilmur gjørdur, ið søgurnar í 4. og 5. parti av teknirøðini eru bygdar á. Tað er henda søgan, sum eisini er evnið í nýggja filminum.

Nýggi filmurin snýr seg um víkingabørnini Røskva og Tjalfe, sum ferðast úr Miðgarði til Ásgarð við gudunum Tórur og Loki. Saman noyðast gudarnir og menniskjabørnini at verja Ásgarð móti eitt nú fenrisúlvinum og jatnum.

Songkvinnan Sanne Salomonsen er m.o. við í filminum. Hon hevur leiklutin sum ein av jøtnunum, og verður hetta fyrsti filmsleiklutur hennara í 35 ár.

Stuðlað filmin hava m.a. Det Danske Filminstitut ved filmkonsulent Åke Sandgren, Danmarks Radio, Copenhagen Film Fund, Film i Skåne, Nordisk Film & TV Fond, Icelandic Film Center & RUV.

Sambært Det Danske Filminstitut eru 34,3 milliónir krónur settar av til framleiðsluna.

Eftir ætlan verður filmurin frumsýndur í Danmark í oktober næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder