Mentan

Danskur melodi-rokkur við føroyskum íblástrið

Edmund Jacobsen syngur fyri í nýggjari útgávi hjá rockbólkinum StoneKing

2020-05-28 13:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gomlum døgum rokkaði hann við Chase. Seinasta árið hevur ta fyri tað mesta verðið NorðKraft. Men mánadagin í hesari vikuni gav Edmund Jacobsen út album – “Southern Ram” – við danska rokkbólkinum StoneKing.

Talan er um eina útgávu, har ið allir sangir eru vornir til við áhaldandi uppihaldi í venjingarhølinum í Esbjerg. Gomul hugskot eru avdustað, og ein rúgva av nýggjum tónleiki hevur eisini sæð dagsins ljós í 2019, har ið tað mesta av tónleikinum varð skrivað.

Stílurin er melodiskur rokkur – av tí gamla slagnum, vilja nógv óiva halda. Kjarnan í tónleikinum er tað melodiøsa – við harðliga spældum gittar sum berandi partur. Hartil lekrar synth-víddir – og sjálvandi eitt ektað hammond-orgul í stíl við John Lord, sála. Onki ber tó til uttan kontantan bass og trummur. Og hesi ljóðføri eru í stóran stíl eisini berandi á nýggju útgávuni.

Edmund – sum nú er 53 ára gamal – gjørdist fastur limur í StoneKing í 2018, og fyrstu mánaðarnar í 2019 føddust tankarnir um at gera eina útgávu. Og skjótt gekk at fáa upptøkurnar lidnar í seinnu helvt av 2019 - og eitt sindur í januar 2020.

“Southern Ram” er framleidd, løgd til rættis og upptikin av StoneKing í Esbjerg og Ribe. Martin Pagaard Wolff - ið eisini spælur trummur á útgávuni - var tøkningur, og hann hevur hartil eisini ljóðblanda útgávuna. 

Mastrað hevur Jacob Hansen, sum hevur haft ein fingur við í fleiri útgávum við Týr. Givið út hevur StoneKing í samstarvið við Gateway Music.

Á “Southern Ram” spæla hesir tónleikarar:

Edmund Jacobsen - Sang og kór
Peter Qvortrup – Gittar
Søren Kaspersen – Keyboards
Martin Pagaard Wolff - Trummur, percussion og gittar
Tommy Rask Hasle - Bass

“Southern Ram” við StoneKing kann stroymast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder