Mentan

Danskur plátuvendari á Tórsfest

Tórsfest verður á Vaglinum 26. juli

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-21 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hedegaard legst afturat nøvnunum á plakatuni til ársins Tórsfest-konsertdag.

Rasmus Hedegaard er danskur dj. Hann útgav fyrsta lagið í 2011 og síðani tá, hevur hann útgivið fleiri hitt innan elektroniska heimin. Hann hevur inntil víðari garvillar 1,4 milliardir spælingar á ymsu stroymingtænastunum.

Millum annað hevur hann gjørt lagið ‘Happy Home’ saman við Lukas Graham og lagið ‘Twerk it Like Miley’ saman við Christoper, og hevur hann javnan ligið ovast á hittlistum kring heimin.

Hedegaard er kendur fyri at hava eitt øðrvísi ljóð enn onnur innan sama øki. Hetta hevur ført við sær, at hann er blivin væl dámdur uttan fyri Danmark, og serliga í Kina ger hann um seg. Av stóra áhuganum fyri honum í Kina, broytti hann heitið á lagnum ‘NYC BABY’ til ‘BEIJING BABY’ og tað gjørdi ikki áhugan minni. Hann kom aftur á fyrsta pláss á hittlistum yvir house tónleik og helt áfram at gera løg, ið gjørdust eins væl umtókt. Hetta hevur ført við sær, at hann hevur vunnið alskyns tónleikavirðislønir. Ikki bara hevur hann imponerandi nógvar stroymingar - til komandi Club Awards 2024 er hann tilnevndur í heili fimm ymsum bólkum.

Tórsfest verður á Vaglinum 26. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder